Lógvatøk fyri milliónir

Triðja fráfaringaravtalan í Almannaverkinum er nú komin undan kavi. Í vetur fór Maria Jacobsen til hús við løn í meira enn eitt ár. Teir nýggju depilsstjórarnir hava longu tryggjað sær, at tey fáa somu sømdir, um tey einaferð verða send til hús

Síðstu mánaðirnar hevur fíggjarliga sperda Almannaverkið í fleiri førum sent fólk av ovastu rókunum á almenna stovninum til hús við løn í meira enn eitt ár. Sosialurin hevur fingið innlit í ta triðju fráfaringaravtaluna, sum higartil hevur verið loynilig.
Talan er um deildarstjóran Mariu Jacobsen, sum í vetur fekk sítt gylta lógvatak frá sínum nú fyrrverandi arbeiðsplássi. Hon bleiv fríttstillað úr sínum starvi, men fær tó fulla løn alt árið í ár. Mánaðarlønin hjá deildarleiðaranum er sambært sáttmála við Akademikarafelagið, og fær hon 41.000 krónur um mánaðin, umframt eftirløn. Fráfaringaravtalan er undirskrivað 7. desember í fjør. Hon gevur Mariu Jacobsen løn frá Almannaverkinum til og við juni í ár. Og harumframt fær hon løn í seks mánaðir afturat. Hetta tíðarskeiðið upptjenar hon sær eisini frítíð við løn, og tað gevur eina mánaðarløn afturat. Gylta lógvatakið gevur sostatt Mariu Jacobsen umleið 650.000 krónur frá sínum gamla arbeiðsgevara, hóast hon ikki er í starvi har meira.
Í dag ber ikki til at fáa at vita orsøkina til gylta lógvatakið.
- Eg veit ikki. Eg kenni ikki orsøkina, sigur virkandi stjórin á Almannaverkinum, Eyðun Mohr Hansen.
Fráfaringaravtalan er undirskrivað stutt eftir at bygnaðarbroytingarnar í Almannaverkinum komu í gildi, 15. oktober í fjør. Maria Jacobsen var ikki millum tey fimm, sum blivu depilsstjórar í nýggja bygnaðinum.
Tað er Petra Johnsdóttir Joensen, sum hevur skrivað undir fráfaringaravtaluna við Mariu Jacobsen. Petra Johnsdóttir varð í summar koyrd frá sum stjóri fyri Almannnaverkið, tí landsstýriskvinnan í almannamálum hevði mist álitið á sínum stjóra. Eisini Petra Johnsdóttir Joensen fekk sítt gylta lógvatak, ið gevur henni góðar 700.000 krónur í løn, hóast hon er fríttstillað frá øllum uppgávum í Almannaverkinum.

Fordømið
Gylta lógvatakið til Mariu Jacobsen skuldi í heyst vísa seg at skapa eitt fordømi, tá pláss brádliga ikki bleiv til ein av depilsstjórunum í nýggja bygnaðinum. 15. oktober í fjør varð Gunnleyg Durhuss presenterað sum nýggjur depilsstjóri fyri Eldradepilin. Hon hevði frammandundan verið leiðari fyri eldraøkið.
Men 3. september, bara smáar 11 mánaðir eftir at nýggi bygnaðurin í Almannaverkinum kom í gildi, var ikki pláss fyri Gunnleyg Durhuus, sum fekk sítt gylta lógvatak við eini fráfaringaravtalu, ið gav henni 712.000 krónur við sær út gjøgnum breiðu hurðina á Almannaverkinum.
Í dag sigur Eyðun Mohr Hansen, virkandi stjóri fyri Almannaverkið, at fráfaringaravtalan við Gunnleyg Durhuus tók støði í tí avtalu, sum Maria Jacobsen hevði fingið í desember í fjør.
- Jú, tað er rætt. Avtalan hjá Mariu Jacobsen var fordømi fyri tí fráfaringaravtalu, ið varð gjørd við Gunnleyg Durhuus, sigur Eyðun Mohr Hansen, sum sjálvur skrivaði undir avtaluna við nú fyrrverandi depilsstjóran á Eldradeplinum.
Hann váttar somuleiðis, at formliga hevði Gunnleyg Durhuus ikki rætt til eina so lukrativa fráfaringaravtalu.
Men støðið varð líkasum lagt, tá Maria Jacobsen fekk sítt gylta lógvatak, níggju mánaðir frammanundan.
Hartil kemur, at nýggju depilsstjórarnir longu frammanundan hava tryggjað sær eina gylta uppsøgn, skuldi tað av einhvørjari orsøk komið hartil.
Hóast Gunnleyg Durhuus varð presenterað sum depilsstjóri fyri Eldradepilin eftir bygnaðarbroytingarnar í Almannaverkinum í fjør, so varð hon eftir øllum at døma ikki formliga sett í starv sum ein slíkur. Tað upplýsir Eyðun Mohr Hansen, virkandi stjóri.
Men tá pláss ikki longur var fyri Gunnleyg Durhuus í Almannaverkinum, varð hon kortini mett sum ein slíkur.

Stjórakontrakt
Setanarskrivini hjá depilsstjórunum í Almannaverkinum avdúka, at her verður longu lagt upp fyri gyltum lógvatøkum, sum máttu verið neyðug at tikið einaferð seinni.
Umframt eina fráfaringarløn á seks mánaðir, so hava depilsstjórarnir í setanarsáttmálanum tryggjað sær løn í seks mánaðir afturat, um so er at teir verða sagdir úr starvi. Depilsstjórarnir verða løntir í 37. lønarflokki fyri tænastumenn. Tað gevur í løtuni góðar 45.000 krónur um mánaðin, umframt 6800 krónur í eftirløn. Við øðrum orðum fer tað eisini í framtíðini at kosta Almannaverkinum einar 700.000 krónur, um so er at ein depilsstjóri skal sendast til hús. Sambært setanarskrivunum hevur Fíggjarmálaráðið góðkent avtaluna, har gylta lógvatakið er tryggjað frammanundan.
- Tað er greitt, at vit høvdu hesi setanarskriv í huga, tá vit gjørdu fráfaringaravtaluna við Gunnleyg Durhuus, sigur Eyðun Mohr Hansen.
Eftir stendur tó, at trý gylt lógvatøk hava síðstu mánaðirnar kostað Almannaverkinum tvær milliónir krónur. Petra Johnsdóttir Joensen, Gunnleyg Durhuus og Maria Jacobsen eru allar fríttstillaðar og kunnu allar kalla seg fyrrverandi, samstundis sum tær tilsamans fáa tvær milliónir krónur í løn frá Almannaverkinum fyri ikki at vera til arbeiðis.