Eitt hitt mest umrødda málið í føroyskum politikki nakrantíð varð samtykt í dag. Hetta hevur verið eitt kjak, sum á nógvan hátt hevur sett kílar millum fólk og tjóðina sum heild. Til síðstu løtu royndu tingmenn at forða uppskotinum at verða samtykt, men til fánýtis.
Gerard Lognberg gjørdi eina roynd at fáa Jóannes Eidesgaard, samgonguleiðara at útseta 3. viðgerð, men hesum gekk løgmaður ikki á møti.
Síðani løgdu Anfinn Kallsberg, Karsten Hansen, Kári P. Højgaard, Jenis av Rana, Gerhard Lognberg, Alfred Olsen, Bill Justinussen, Óli Breckmann, Jørgen Niclasen og Marjus Dam fram broytingaruppskot um at orðingin uppskotinum í § 266 b í revsilógni “eller tro” til: “,tro eller seksuelle orientering” veðrur broytt til:
“I § 266 b ændres ordene ”sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse eller tro” til: “køn, race, farve, sprog, religion, politisk eller anden overbevisning, national eller social oprindelse, tilhørsforhold til et nationalt mindretal, formueforhold eller fødsel.” Broytingaruppskotið fall við 16 atkvøðum ímóti og 14 fyri.
Hareftir var atkvøðugreiðsla um upprunauppskotið um at fáa orðið seksuella orientering inn í § 266b, og var tað samtykt við 17 fyri og 15 ímóti.










