Kaupthing og Sosialurin boða í tíðindaskrivi í kvøld frá, at íløguspælið á ilogur.fo verður niðurlagt, tí telduskipanin, sum íløguspælið byggir á, ikki virkar eftir ætlan. Tíðindaskriv
Íløguspælið á ilogur.fo varð niðurlagt í dag. Orsøkin var, at skipanin sum íløguspælið byggir á, ikki virkar eftir ætlan.
Avtalað varð gjørd við Knassar um at menna og forrita íløguspælið. Tá íløguspælið byrjaði, vísti tað seg skjótt, at íløguspælið var óstøðugt og ikki livdi upp til tey krøv eitt slíkt spæl eigur at liva upp til.
Kaupthing og Sosialurin hava umhugsað at brúka orku uppá at bøta um spælið, men tá íløguspælið eftir at hava verið niðri í næstan eitt samdøgur framhaldandi hevði grundleggjandi feilir, hava tey sagt avtaluna við Knassar upp.
Kaupthing og Sosialurin takka fyri stóra áhugan, og biðja um umbering fyri ampan.
Partarnir kanna í løtuni møguleikarnar fyri at taka spælið uppaftur. Men enn ber ikki til at siga, um nær ella á hvønn hátt spælið verður tikið uppaftur.