Eins og undanfarin ár, so eigur Vinnumálastýrið sín part av teimum íløgum, sum landsstýrið setir á løgtingsfíggjarlógaruppskotið.
Sum sæst á yvirlitinum, verður m.a. mælt til, at 42,2 mio verða nýttar til nýggjar landsvegir og 10,1 mio kr til havnir. Samstundis er boðað frá, at arbeiðini sum meginregla verða boðin út. Landsverkfrøðingurin fer tí, sum tekniskur stovnur, at umsita útbodnu uppgávurnar sum byggiharri.
Ætlan landsstýrisins er, at íløgumarkið verður uml. 170 mio. kr árliga (uml. 6% av løgtingsfíggjarlógini fyri 2001). Innan henda karm mugu so íløguraðfestingarnar gerast millum ymisku aðalstýrini.
Hvussu býtið verður millum ymisku løgurnar, er ein politiskur spurningur. Orsakað av, at mest sum eingin nýíløga var í nítiárunum og viðlíkahaldið í vegakervið, sjúkrahúsverkið osfr. var sera avmarkað, so økist trýstið á játtandi myndugleikarnar alsamt.
Tað er tí umráðandi, at løgurnar eru partar av raðfesting, sum bæði samgonga og andstøða kunnu semjast um. Hetta er neyðugt, skulu vit ikki missa tamarhaldið á almennu íløgunum.
Í Vinnumálastýrinum verður arbeitt eftir málsetninginum ? ?mest møguligt fyri minst møguligt?. Tí kannar stýrið hvørjar rationaliseringar kunnu gerast í samferðslukervinum og hvørjar uppgávur kunnu bjóðast út.
Fyri at sleppa undan misskiljingum um íløguuppskotið frá Vinnumálastýrinum fyri 2001, eru allar verkætlanirnar, saman við fíggjarlógina fyri 2000 og ætlanina fyri 2002, lýstar í viðlagda yvirliti.
Løguætlan fyri 2001, samanborið við fíggjarl. 2000 og ætlanina fyri 2002
?????????????????????????????????????????????? 2000 2001 2002
??????????????????????????????????????????????
Nýggir landsvegir, annlegg
Leiðsla og hjálparfunk. 2,5 2,5 2,5
Vág -Lopra Sumba 1,4 1,2
Øravík ? Hov 0,8
Tjørnuvík 0,4
Gamlarætt-Tórshavn 3,6 6,5 4,5
Gásadalstunnilin 1,0 8,0 8,0
Skálafjørður-Gøtueiði 2,1 5,0
Oyrareingir 0,4 1,5
Skálabotnur ? Strendur 1,0 6,0 6,0
Kalsoy 1,7 1,3 1,7
Trygging av Norðskálatunlinum 4,0 6,0
Kanning berghol Kambsdal/ml. Fjarða 0,5
Seismiskar kanningar av Leirvíksfirð 2,5 2,5
Trygdartiltøk, størri ábøtur
og at taka til 0,3 3,2 3,0
???????????????????
Íalt 15,1 42,2 34,2
???????????????????
Havnir
Skopunar Havn 5,2 6,5 6,5
Ferjulega Skopun, G. Rætt, Hest 6,4
Kalsoy ferjulega 0,4 3,1 12,0
Samferðsluhavn á Tvøroyri (kanning) 0,5
???????????????????
Íalt 12,0 10,1 18,5
???????????????????
????????????????????????????????????????????? 2000 2001 2002
?????????????????????????????????????????????
Strandfaraskip Landsins
Sandoyarskip 36,7
Suðuroyarskip 0,4 30,0 100,0
Rýmingarskipanir (altjóða krøv) 10,0
Ternan, nýggjar motorar 4,0
???????????????????
Íalt 41,1 40,0 100,0
???????????????????
Flogferðsla-tyrlupallar
Tyrlupallur í Koltri 0,6
Tyrlupallur í Gásadali 0,1
Tyrlupallur í Hattarvík 1,0
Tyrlupallur í Dímun 1,0 0,1
Tyrlupallur á Kirkju 0,4
???????????????????
Íalt 0,1 1,6 1,5 ???????????????????
Annað
Útvarps- og sjónvarpssendistøðir 1,0 1,0
Umbygging av Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni 6,5 6,5
???????????????????
Íalt 0,0 7,5 7,5
???????????????????
???????????????????
Løguætlan íalt §6 68,3 101,4 161,7
???????????????????
Vestmannasund 20 20 20
?????????????????????????????????????????????
Vinaliga
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður