Tað hevur altíð verið trupult at fíggja vinnulív í Føroyum. Og tað fer tað eisini at verða nógv ár fram í tíðina. Tað er ymiskt, sum kann gerast fyri at broyta støðuna, men hetta tekur tíð.
Trupulleikin í vinnuni í dag er, at fólk og vinnan annars halda tað verða samfelagsuppgávu hjá peningastovnum, framtaksgrunninum o. l. at lána pengar til vinnulív.
Bankans pengar ? okkara pengar
Tað er undarligt, at fólk flest skulu verða av tí uppfatan, at tað er uppgávan hjá peningastovnum og framtaksgrunninum at lána pengar til vinnuna uttan trygd, bert tí at onkur, sum kallar seg vinnulívsmann, ynskir at seta okkurt í gongd. Serliga tá eg hugsi um, at vit øll eru viðskifta fólk hjá peningastovnum.
Fyri at øll skulu skilja, hvat eg meini við, vil eg royna at greiða frá. Peningastovnar umsita pengar hjá palliba o.ø. Fyri hetta skal bankin geva rentu. Fyri at hava ráð til hetta má bankin lána pengar til onkran. Allar útreiðslur bankans skulu gjaldast av muninum á innlánsrentu og útlánsrentu.
Íroknað hesar útreiðslur eru eisini tap av at lána til vinnulívsmenn, sum ikki gjalda lánið aftur. Tá missa peningastovnarnir pengar. Men peningastovnarnir, hvør er tað? Jú, tað er, umframt partaeigararnir, tey sum eiga pening innistandandi, og tey, sum hava lán og gjalda sítt lán aftur. Peningastovnarnir eru noyddir at senda rokningina víðari til sínar kundar. Hetta verður gjørt við at hækka útlánsrentuna og at lækka innlánsrentuna. Tað eru altíð tey, sum gjalda sítt, sum eisini gjalda fyri tey, sum ikki gjalda.
Út frá hesum átti tað at verið øllum greitt, at tað ikki er til gagn hjá teimum, sum eiga pengar á bók, ella hjá teimum, sum hava lán, at peningastovnarnir lána pengar uttan at fáa teir aftur.
Peningastovnar ikki at røkja samfelagsuppgávur
Bankin er ein fyritøka, sum skal rekast eins og allar aðrar. Um peningastovnarnir ikki eru kappingarførir, fara allir pengar av landinum, og øll lán koma uttanlands frá, og tað krevur ikki nærri frágreiðing.
Tað er einki sum eitur samfelagsuppgáva hjá peningastovnunum. Samfelagsuppgávur er tað, sum vit velja politikarar at røkja. Og so kunnu javnaðarmenn halda hvat teir vilja.
Somuleiðis er Framtaksgrunnurin ein vinnurekandi grunnur, sum ikki er til fyri at stuðla. Framtaksgrunnurin er ein møguleiki at útvega eginpening og/ella lán á vinnuligum grundarlagi.
Onkur verður glaður fyri noktandi svar
Vónandi fáa hesar reglur onkran at skilja, at tað ikki er uppgávan hjá peningastovnum at lána til hvat sum helst. Í hesum tíðum, tá peningastovnar hava so nógvar pengar, at teir eru um at koma í neyð, trúgvi eg ikki, at tað er ein trupulleiki at fáa lán til skilagóðar ætlanir. Heldur vil eg siga, at teir, sum fáa nei, uttan iva verða glaðir fyri svarið um nøkur ár, tá eygu opnast, og teir síggja, hvussu ivasom teirra ætlan var.
Fyri 15 árum síðan vóru tað fleiri, sum ikki vóru so hepnir.
Eivind Jacobsen
Strenduralan um, at eitt ávíst praktiskt arbeiði skal gerast, men tann sosiali ella umsorgarparturin má ikki gloymast. Tey gomlu eru ikki passivir og sløktir brúkarar, tí hóast ymisk til førleika, so kunnu tey flestu kenna seg væl, um tey eisini merkja, at tey ikki heilt eru til avlops.
Lat okkum tí geva hesi skipan ta neyðugu orkuna, sum kann gera, at hon veruliga verður ein umsorgarskipan, har brúkarin er miðdepilin.
Tryggleikin
á gamalsaldri
Eg vil enda við at bera fram eitt ynski um, at viðurskiftini hjá okkara pensjonistum, bæði sjálvar pensjónirnar, heimarøktin og øll onnur viðurskifti, koma í eina trygga legu, soleiðis at brúkararnir kenna seg væl, kenna seg at hava týdning, kenna seg at verða partur av samfelagnum, kenna seg at hava eina ábyrgd.
Viðurskiftu, sum vit politikarar kenna okkum tryggar við ? bæði sum teir, sum sita við ábyrgd og sum teir, sum um ikki so langa tíð verða pensjonistar.
Takk fyri og framhaldandi góðan eldradag
Jóannes Eidesgaard