Íløgur til barnaansing ella til Tórsvøll

Teir sosialu trupulleikarnir í Havnini av tørvandi barnaansingarplássum eru stórir, tí at samfelagið er soleiðis skipað í dag, at tað skulu tvær inntøkur til. Um bert annar hjúnafelagin hevur arbeiði, er tað torført hjá familjuni at svara hvørjum sítt og at fáa føtur undir egið borð.

 

Hans Jákup Simonsen,

valevni javnaðarfloksins til Tórshavnar býráð


Býráðspolitikkarnir í Havnar kommunu løgdu síðsta ár út við, at um kommunan yvirtók barnaansingina frá Almanna- og heilsumáalstýrinum, sum ikki hevði loyst málið, so fór barnaansingartrupulleikin í Havnar kommunu at verða loystur skjótt, men hvat hendi? Býráðið ? javnaðarpolitikkarnir undantiknir ? koyrdu málið í nevnd. Hetta merkir, sum borgararnir væl vita, at sylta málið.

Frammanundan er barnaansingartørvurin, íløgurnar, ið skulu til og onnur barnaansingarviðurskifti kannað út í odd og egg av teimum kommunalu starvsfólkunum og politikarunum. Býráðspolitikarnir vita alt tað, teir hava fyri neyðini at vita, fyri at kunna taka eins góða og ábyrgdarfulla avgerð.

Býráðið veit fullvæl, at íløgurnar, ið skulu til, kosta, men at raksturin av barnaansingini svarar seg, tí tann økta skattainntøkan av nýggjum arbeiðsplássum í barnaansingini, og tað at bæði foreldrini fáa møguleika at koma út á arbeiðsmarknaðin ger, at barnaansingin við tíðini lønar seg búskaparliga. Ein ansingarskipan har foreldur hava garanterað pláss til børnini, vil stabilisera arbeiðsmarknaðin.

Kommunan kann ikki bara lata ein part av borgaranum fáa tilboð um barnaansing, meðan onnur, ið eisini hava tørv, ikki fáa tað. Allir borgararnir í kommununi skulu viðgerast eins og fáa somu kommunalu sømdir.

Fyri at Tórshavnar kommuna skal gerast betri at liva í hjá øllum borgarunum eigur barnaansingartrupulleikin at verða loystur sum skjótast.

Í áttatiárunum var eg nevndarlimur, herav trý ár foreldraráðsformaður, á einum integreraðum barnaansingarstovni í Odense kommunu, har eg fekk gott innlit í barnaansingarmøguleikarnar í einari kommunu undir javnaðarleiðslu. Trý tey seinastu árini av hesum valskeiðnum havi eg sitið sum umboð fyri Kollafjarðar kommunu í Sosialu nevnd í Tórshavnar kommunu, har eg havi fylgt tí politiska orðaskiftinum um barnaansingina, og harvið fingið stóran áhuga fyri barnaansingar- og familjupolitikki.

Eg vil tí heita á býráðspolitikararnar um, at vísa størri virðing fyri barnafamiljunum við at taka barnaansingarmálið úr nevnd aftur, og taka tað upp til nýggja viðgerð. Og til teir politikarar, sum tosa um íløgur til Tórsfvøll ístaðin fyri íløgur til barnaansingina, vil eg siga, at tit, í hesum tíðum, har nógvar sosialar ábøtur og íløgur eru fyri neyðini og íløgukarmarnir eru avmarkaðir, ikki eru tykkara politisku uppgávu vaksnir. Borgarnir vilja als ikki góðtaka eina niðurprioritering av barnaansingini til fyrimun fyri Tórsvøll ella onnur prestigeprojekt.

Mín málsetningur er tí, at arbeiða fyri, at fáa eina skilagóða, ábyrgdarfulla og skjóta loysn av barnaansingartrupulleikunum í kommununi til gagns fyri allar borgarnar í Tórshavnar kommunu.