Íløgur skulu vera etiskar

Føroya Lívstrygging hevur gjørt av, at felagið ikki skal gera íløgur í ídnað, ið framleiðir eitt nú tubbak og vápn

Seinastu daga rnarhevur Kringvarpið sett fokus á íløgupolitikkin hjá Føroya Lívstrygging. Serstakliga við atliti til, at felagið ikki hevur etiskar leiðreglur um íløgurnar. Og eitt nú eru føroyskar pensjónsuppsparingar settar í virðisbrøv hjá tubbaks- og vápnaframleiðarum.

Nevndin hevur á fundi seinnapartin umrøtt hesi viðurskifti og er samd um, at felagið ikki skal gera íløgur í ídnað, ið framleiðir tubbak, vápn og líknandi.

Nevndin í Føroya Lívstrygging tekur málið í størstum álvara og heilsar kjakinum um etiskar íløgur vælkomnum. Føroya Lívstrygging vónar, at hetta kann verða høvi til at fáa eitt breitt kjak um, hvussu íløgur eiga at umsitast. Trupulleikin viðvíkjandi etiskum íløgum er nakað, ið allir eftirlønarveitarar, tryggingarfeløg og peningastovnar, umframt almennir grunnar, eru felags um, serliga tí einki greitt amboð finst til at gera skilnað ímillum ?rættar? og ?skeivar? íløgur, verður sagt í tíðindaskrivi.

Leiðslan á Føroya Lívstrygging fer á fyrstkomandi nevndarfundi at leggja fram leiðreglur um ein etiskan íløgupolitikk.