Lágur miðalprísur í dag

Hóast hýsa hevði góðan prís, og upsi fór fyri meiri enn 9 krónur fyri kilo, royndist samanlagdi miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya í dag einki serligur. Fiskamarknaður Føroya seldi í dag góð 156 tons av fiski fyri slakar 1,9 miljónir krónur. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var lágur, 12,12 krónur fyri kilo.

Nógv tær størstu nøgdirnar á søluni í dag var toskur og upsi. 63 tons vóru av toski og 65 tons av upsa. Heili 26,4 tons vóru av toski 4, sum fekk miðalprísin 13,17. 31 tons vóru av upsa 3, og her var miðalprísurin 9,47 krónur fyri kilo.

Umleið 9 tons vórðu eisini seld av hýsu, mest av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 18,18 krónur fyri kilo.

Lítið var á marknaðin av øðrum fiskasløgum enn toski, upsa og hýsu.

Vert er tó at leggja til merkis, at meiri upsi verður seldur á Fiskamarknaði Føroya í dag, enn vanligt hevur verið.

Trupult er at siga, hvør orsøkin er, men ein møguleiki er, at færri skip í løtuni eru knýtt til ávís fiskavirki, enn tey vóru, áðrenn Faroe Seafood fór av knóranum.