Hýsa hevði lítlan prís á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun. Stívliga 2 tons vórðu seld av hýsu 2, og her var miðalprísurin einans 10,50 krónur fyri kilo. Tað er vánaligur prísur á hýsu. Fiskamarknaður Føroya seldi í morgun góð 48,5 tons av fiski fyri slakar 549.000 krónur. Hetta gevur ein samanlagdan miðalprís fyri øll fiskasløgini á 11,31 krónur fyri kilo.
Ein fittur partur av samlaðu nøgdunum í morgun var hýsa, góð 19 tons tilsamans. Men prísirnir á hýsu vóru einki av reypa av í dag. Teir vóru meiri at kalla vánaligir.
Góð 12 tons vóru av hýsu 2, sum bert fekk 10,50 krónur í miðal fyri kilo. Góð 6 tons vóru á hýsu 3, og her var miðalprísurin heilt niðri á 9,53.
Lítil toskur var á marknaðinum í morgun, umleið 2,5 tons tilsamans. Mest var av toski 3, stívliga 1,3 tons tilsamans, og her var miðalprísurin 14,43.
Umleið 5,5 tons vórðu seld av brosmu, og besti miðalprísur fyri brosmu var 6,86 krónur fyri kilo.
3,5 tons vóru av kongafiski, og her var besti miðalprísur 11,86.
Umleið 2,5 tons vóru av havtasku, sum plagar at hava góðan miðalprís. Besti havtaskuprísur í dag var 25,81.
At enda kunnu vit nevna eitt tons av svartkalva, sum á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun fór fyri miðalprísin 24 krónur fyri kilo.