Íløgur fyri slakar 24 mió kr.

Fíggjarætlanin hjá Sjóvar kommunu fyri 2007 javnvigar við 41,4 mió kr.

Av hesum ætlar kommunan at gera íløgur fyri 23,6 mió, samstundis sum raksturin av kommununi er mettur til 17,7 mió.
Inntøkurnar eru mettar til 20,6 mió, men so er hinvegin roknað við einum halli uppá nærum tað sama, nevniliga 20,7 mió.
- Hetta hallið verður fíggjað við lántøku uppá 15 mió., og restin við innistandandi peningi, verður sagt úr Sjóvar kommunu.
Komandi árið ætlar kommunan at arbeiða víðari við eini nýggjari útstykking, íbinding í veg, vatnbrunnar og reinsiverki, eins og arbeitt verður við málum, sum snúgva seg um skúlan, bátahylin og sambýlið.
Skattaprosentið verður 21,5 og barnafrádrátturin 4.500 kr.