- Páll Isholm hevur verið ein frálíkur borgarstjóri, og tað eru nógvar ætlanir, sum longu eru lagdar út í kortið. Fyrst og fremst er tað økið í Dalinum, sum skal gerast klárt. Har verður eitt stórt ídnaðarøkið, har m.a. ein handilsmiðdepil skal byggjast. Arbeiðið er byrjað í vikuni, sigur Hans Mourits.
- Eisini ætla vit at byggja eitt nýtt hús niðri við vøllin, sum skal vera eitt ítróttahús og eitt bygdarhús. Vit fara at byggja eina nýggja vøggustovu til 60 børn. Vit ætla eisini at stykkja út í øllum bygdunum. Tað eru fleiri norðoyingar og havnarfólk, sum hava víst áhuga í at flyta her til, sigur hann.










