Á býráðsfundi í kvøld skal Klaksvíkar býráð taka støðu til fíggjarætlanina fyri 2021.
Í fíggjarætlanini sæst, at væntaða inntøkan hjá kommununi verður 305 mió. kr., meðan rakstrarútreiðslurnar verða 219,7 mió. kr., ið gevur eitt avlop á 85,3. mió. kr.
Kommunan ætlar at gera íløgur fyri 78,3 mió. kr.
Størsta avbjóðingin í rakstrinum er útreiðsluvøksturin í samband við økta barnatalið og eldraøkið. Fólkavøksturin hevur ført við sær munandi meirútreiðslur til barnansing.
Semja er eisini um, at skattaprosentið verður óbroytt 20,75%, og barnafrádrátturin 5.500 kr, sigur Klaksvíkar býráð í uppskotinum til fíggjarætlan.
##med2##