Fyri at røkka málinum um 100 prosent grøna orkuframleiðslu á landi í 2030 verður neyðugt at gera íløgur fyri 4,5 mia. kr. komandi 10 árini.
Í samrøðu við Vikuskiftissosialin greiðir Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, frá, at á framleiðslusíðuni skulu gera íløgur fyri 1,5 mia. kr. komandi 10 árini. Tann íløgan umfatar bæði fleiri vindmyllulundir og sólpanel, ið skal vera berandi parturin av grøna orkuskiftinum.
Aftrat framleiðsluvøkstrinum væntast eisini, at íløgur skulu gerast fyri umleið eina milliard í battarí- og pumpuskipan á Eiði umframt íløgur á 1,8 mia. kr. í netið.
Meira er at lesa um grøna orkuskiftið í Vikuskiftissosialinum.