Í fjør vóru 8,2 milliónir útgoldnar 276 persónum, sum vóru komin undir forsorgarlógina, tí at kommunan ikki kundu bjóða børnum teirra ansingarpláss. Talan var í flestu førum um fólk, sum móti teirra vilja noyddust at siga starv frá sær, tí at onki ansingarpláss var til børnini. Av hesum 276 fólkunum vóru tey allarflestu úr Tórshavnar Kommunu.
Ti ætlaðu vit at seta Jan Christiansen, borgarstjóra, tí manni sum hevur evstu ábyrgd fyri at børnini hjá borgarum í Tórshavnar Kommunu verða ansaði í arbeiðstíðini spurningin, um tað ikki er eitt sindur snópisligt fyri fíggjarliga sterkastu kommununa í landinum, at landskassin má rinda fyri eina uppgávu, sum kommunan ikki megnar at loysa. Men Jan Christiansen er í summarfrí og tí máttu vit lata okkum lynda at tosa við varaborgarstjóran Heðin Mortensen.
-Vit hava eitt íløguloft at halda okkum til. Hetta íløguloft fyri allar kommunur er ásett av landsstýrinum. Við íløguloftinum tekur tað sína tíð at loysa barnaansingartrupulleikan. Vit kundu loyst barnaansingartrupulleikan beinanvegin, um íløguloftið varð tikið burtur, tá tað snýr sum um byggjan av stovnum til barnaansing, sigur Heðin Mortensen.
Her verður nýggjasti barnagarðurin hjá Tórshavnar Kommunu bygdur

-Vit byggja í løtuni tveir nýggjar barnaansingarstovnar fyri 10 milliónir hvønn. ein á Argjum og ein á endanum á Løgmannabreyt í Hoyvíkshaganum. Vit skulu byggja tveir aftur at í komandi ári. Tað vil siga, at vit fáa tvær ferðir 120 børn inn í nýggjar ansingarstovnar. Vit fara at umbyggja eini hús á Argjum og har fáa vit 50 pláss. Vit hava eisini leigað og keypt fleiri hús í seinastuni og vit hava søkt í bløðunum eftir egnaður húsum til ansingarstovnar, men hetta er ikki bara sum at siga tað. Krøvini til ein stovn sum landsmyndugleikarnir seta eru rættuliga strong, sigur Heðin Mortensen, varaborgarstjóri.
-Vit hava keypt hús í Kollafirði og í Kalbak og vit brúka knappar 100 milliónir um árið til barnaansing, so tað er ikki rætt at siga, at vit ikki royna at loysa trupulleikan, sigur hann
Stór tilflyting
-Um vøksturin í fólkatalinum var normalur í Havnini, so høvdu vit fyri langari tíð síðan havt loyst barnaansingartrupulleikan, men tilflytingin til Havnar av borgarum er so stór í løtuni, at vit klára ikki at halda tørn, fyri at siga akkurát sum er, sigur Heðin Mortensen.
Er tað ein ynskilig støða hjá kommununi, at tilflytingin er so stór?
-Bæði og. Vit hava einki í móti, at fólk flyta til Havnar. Tað vísir seg eisini, at tað eru ung fólk, sum flyta til Havnar, ung fólk sum hava góða útbúgving og arbeiði tá tey koma. Um tað er tað man vil í landinu, at so nógv fólk skulu búgva í Havn, so taka vit í móti nýggju borgarunum og teimum avbjóðingum sum standast av hesum. Vit vísa ongum aftur, sigur hann.
-Trupulleikin við barnaansingini er komin knappliga. Tá kreppan var, tá høvdu vit slett ongan trupulleika við barnaansing. Hetta byrjaði fyri nøkrum fáum árum síðan, at trýstið er so stórt sum nú, og vit brúka øgiligar upphæddir fyri at loysa trupulleikan, sigur hann
Fríplássini ein trupulleiki
-Tórshavnar Kommuna skal syrgja fyri at fríplássini eru til taks, men Almannastovan ávísir tey. Vit ráa slett ikki yvir hvør fær hesi fríplássini, hóast vit skattamæssiga síggja, at tingini ikki eru í lagi. Her er ein stórur feilur sum liggur í systeminum, og sum vit vilja hava gjørt nakað við. Vit eru nærri borgaranum enn Almannastovan, men tað tykist myndugleikin ikki at skilja. Hetta mál skal takast upp. Semja er um at vit hava brúk fyri fríplássum, men tað eru eisini nøkur sum koma ígjøgnum óneyðugt, sigur Heðin Mortensen