Íløgufelag
Talan verður tó ikki um nakran nýggjan mastodont í føroyskum vinnulívi í fyrstu atløgu, tí við einum partapeningi á 2,5 mió kr. er tað langt ífrá, at P/F Kveiking, sum nýggja felagið eitur, kann taka kappingina upp við eitt nú Framtaksgrunnin og Notio.
Men sum skilst, so er tað so heldur ikki ætlanin við nýggja felagnum. Suðuroyar Sparikassi er í fyrstu atløgu einsamallur stovnari av felagnum, og í tíðindaskrivi sigur Sparikassin, at ætlanin fyrst og fremst er at skapa betri fortreytir hjá vinnuni.
- Tað er eyðsæð, at nýggje íløgufelagið ikki kann lyfta størri verkætlanir einsamalt, men meiri sum eitt íkast til verandi fígging. Vónandi kann felagið, saman við øðrum, koma tí hart trongda vinnulívinum í Suðuroynni til hjálpar, verður millum annað sagt í tíðindaskrivinum.
Talan er tó ikki um eitt felag, sum bert skal gera íløgur í Suðuroynni. Íløgufelagið kann gera íløgur um alt landið, men tað er tó eitt ynski, at serlig atlit verða tikin til Suðuroynna, verður sagt.
Nevndin í nýggja felagnum er mannað við Eyðun á Rógvi, sum er formaður, Richard L. Thomsen og Poul Johannes Joensen. Stjóri í nýggja felagnum er Marner Magnussen.