Ólavur í Beiti
.
? Møguleikar fyri at gera kollektivar íløgur í partabrøv gjøgnum íløgufeløg virka eisini fyri, at íløgur í partabrøv í størri mun kunnu roknast sum styttri plaseringar, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri m.a. í viðmerkingunum til uppskot um íløgufeløg.
Og víðari sigur fíggjarmálaráðharrin, at íløgufeløg kunnu allýsast sum feløg, ið frá einum størri skara av privatpersónum, fyritøkum og øðrum taka ímóti peningi til at gera íløgur í virðisbrøv, mest børsnoterað, við eini grundreglu um váðaspjaðing. Felagsformurin tryggjar, at íleggjast kann í vandamerkt pappír uttan at váðin hjá tí einstaka liminum í felagnum økist.
Passivir eigarar
? Limirnir í donsku íløgufeløgunum eru ofta smáspararar, men seinnu árini hava stórir íleggjarar í størri og størri mun eisini víst áhuga. Hesir eru td. tryggingarfyritøkur og eftirlønargrunnar, sum við ávísum deildum hjá íløgufeløgunum kunna fara inn á íløguøki, har teir ikki sjálvir hava neyðuga servitan.
? Harumframt er lætt og skjótt at koma inn og fara út sum limur, tí felagið hevur skyldu til beinanvegin at loysa út prógvið, tá ein limur biður um tað. Hesi viðurskifti hava týdning fyri smáspararan, tí einsamallur kann hann langt frá fáa somu váðaspjaðing. Eisini er tað dýrari hjá honum í gjøldum sjálvur at fremja íløgurnar, og tað kann lættliga koma at taka langa tíð at selja partabrøvini, um hann hevur tey sjálvur.
? Íløgufeløg eru vanliga passivir eigarar í fyritøkum, samstundis sum framtaksfeløg oftast ynskja beinleiðis ávirkan á fyritøkuna, sum íløga er gjørd í. Her er talan um slag av íleggjarum, sum kunna hava stóran týdning fyri at fáa ein partabrævamarknaða í Føroyum at virka, sigur Karsten Hansen.
Fíggjarmálaráðharrin kunnar eisini um, at uppskotið er gjørt í samarbeiði við umboð fyri Landsbankan, Føroya Banka og Føroya Sparikassa.