Faroe Petroleum er millum 10 tey bestu feløgini á virðisbrævamarknaðinum í London at gera íløgur í, sigur bretski íløgubankin, Daniel Stewart & Company, í nýggjari greining. Sambært heimasíðuni hjá Føroya Banka, sigur íløgubankin, at Faroe Petroleum er í eini sera góðari støðu við 48 loyvum í Føroyum, Bretlandi og Noregi. Hann staðfestir, at Faroe Petroleum eisini er væl fyri samanborið við onnur oljufeløg, ið eru skrásett á virðisbrævamarknaðinum í London og virka í Norðsjónum.
?Fleiri oljufeløg hava trupult við at útvega fígging til sítt virksemi. Fíggjarstøðan hjá Faroe Petroleum er sera góð, og støða felagsins við fleiri boriverkætlanum komandi 18 mánaðirnar er sterk,? stendur í greiningini. Daniel Stewart & Company heldur, at Faroe Petroleum væl er ført fyri at standa ímóti órógvini, ið hevur verið og er á fíggjarmarknaðunum.
Fallið í kursinum hjá Faroe Petroleum í seinastuni stendst av altjóða marknaðarviðurskiftum sum heild, stendur í greiningini. Men Fulmar-brunnurin, har olja ikki varð staðfest í rakstrarverdum nøgdum, ávirkaði eisini kursin nógv.
Daniel Stewart & Company heldur, at metingin av einum leitifelag eigur at taka støði í øllum boringunum hjá felagnum og ikki bara eini einstakari boring. Íløgubankin sigur, at í meðal verða kolvetni funnin í einum av seks brunnum, og verður hetta málið nýtt til 10 teir komandi leitibrunnarnar hjá Faroe Petroleum, eigur onkur av boringunum at eydnast.
Hetta og tann sannroynd, at nýggjar gassútbyggingar í 2009 og 2010 fara at geva felagnum inntøkur, fær Daniel Stewart og Company at halda fast við kursmálið á 300 pence fyri partabrævið hjá Faroe Petroleum.










