Lógu nátt á Slættaratindi

- Tað var eitt frálikt og serstakt hugskot og tað vit vita, so hevur ongin gjørt tað áður. Soleiðis hugsaðu ungdómsskótarnir hjá KFUM í Havn, tá teir fríggjakvøldið fóru á Slættaratind á legu, ella biwauk, sum tað rópast á skótamáli

Fríggjadagin fóru 9 skótar frá ungdómsskótunum í Havn á ferð niðan á hægsta fjall í landinum, Slættaratind. Ætlanin  var greið, nevniliga at fara á legu, ella biwauk, eina nátt á hesum frálíka stað.
- Tað var eitt frálikt og serstakt hugskot og tað vit vita, so hevur ongin gjørt tað áður, hetta at liggja í biwauk á Slættaratindi, sigur Bogi Sigurstein, leiðari.
 
Undir opnum himni
Á skótamáli kallast ein slík lega biwauk. Skótarnir lógu ikki í tjaldi, men svóvu undir opnum himni í skjóli, ið teir sjálvir gjørdu.
- Veðrið var hampuligt, men nakað av vindi. Vit gjørdu okkum verju fyri vindinum og svóvu so undir opnum himni, greiðir Bogi Sigurstein frá.
                      Talan var sostatt um ein túr, ið vardi eitt samdøgur, frá fríggjadegi til leygardag. Og at gistingin í biwauk á Føroya hægsta fjalli var eitt upplivilsi er ongin ivi um, tá Bogi greiðir frá, tí sera vakurt var hesa náttina á tindinum, sigur hann.
                      Og skótarnir eru annars vanir við ferðir úti í nátturuni, tí tað er nakað, ið teir gera nógv við. Skótarnir gera nógvar ferðir út í náttúruna og í ár hava teir longu verið fleiri ferðir.                      Við á serstøku ferðini á Slættaratindi vóru 9 fólk: Bogi Sigurstein, leiðari, Andras Hammer, Bárður Elendersen, Andrias Høgenni, Trúgvi Árting, Mortan Johannesen, Jóna Venned, Gunnleyð Dam og Barbara Vang.