Maðurin, sum koyrdi lastbilin, varnaðist brádliga óljóð í kølirúminum á lastini, og hann gjørdi tí av at steðga og at boða løgregluni frá. Tá løgreglumenninir kom á staðið, funnu teir fýra lík í kølirúminum.
Sponsku myndugleikarnir ivast ikki í, at teir fýra menninir høvdu ætlað sær til Fraklands, men enn vita myndugleikarnir ikki, hvørjum landi menninir vóru úr.