Lógu deyð inni í fleiri dagar

Løgreglan í Hobro í Danmark fann í gjárkvøldið tvey eldri fólk, sum høvdu ligið deyð í fleiri dagar Fólk høvdu sent boð eftir løgregluni, tí tey bæði fólkini svaraðu ikki, tá bankað varð á dyrnar ella vindeyguni.

Orsøkina sá løgreglan, tá hon í gjárkvøldið fór inn í húsini. Tað vísti seg, at tey bæði vóru deyð, og at tey høvdu ligið deyð í fleiri dagar.

Løgreglan í Hobro sigur, at tað er einki, sum bendir á, at nakar hevur gjørt fólkunum ónáðir.