Løgtingsvalið verður leygardagin 29. oktober

Vit fáa eitt leygardagsval aftur hesaferð. Fyri løtu síðani tók løgmaður orðið á tingið við »eini serligari fráboðan«, sum var, at hann skrivar út val at verða leygardagin 29. oktober 2011. Tað hevur verið greitt í fleiri dagar, at løgmaður fór at skriva út valið í dag. Fyrst var ætlanin at halda tíðindafund í morgin klokkan 10, men tann fundurin varð útsettur, tí fleiri mál vóru óavgreidd.

Løgamður segði við útvarpið, at hann valdi at halda valið leygardag, tí tá verður valluttøkan hægri. Hann heldur eisini, at vit kunnu gera meira burtur úr einum valdagi, tá valið er leygardagin – tað kann gerast til ein hugnaligan dag, segði hann.

Tá løgmaður skrivaði út valið segði hann, at samgongan millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin hevur sitið síðani 26. september 2008.

– Tað hevur ikki altíð verið stuttligt at sitið við ábyrgdini, nógvar ótrúligar tungar løtur, roynt hevur verið at gjørt alt, sum gerast kann at halda saman upp a´nøkur ting. Nógv kundi verið gjørt betur, men vit fáa nú at síggja, hvussu leikur fer og um hetta fer at skapa vøkstur, segði løgmaður.

Hann takkaði síðani øllum – líka mikið politiskan lit, segði hann. Hann helt eisini, at hetta tíðarskeiðið kann sammetast við harðastu tíð, sum landið hevur verið fyri, burtursæð frá 1992.

Seinasta løgtingsval var 19. januar í 2008, tað var ein leygardag. Seinastu leygardagsval framman undan tað vóru 17. november í 1990 og 8. november í 1980.