Tá ið úrslitið av fólkatingsvalinum var greitt, boðaði Kári á Rógvi frá, at hann legði frá sær sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum.
Tað vóru tey, sum vildu hava nýggjan formann sum skjótast, men flokkurin noyðist at bíða eitt sindur aftrat.
Hin tingmaðurin hjá flokkinum, Kári P. Højgaard fekk fleiri áheitanir um at stilla upp, og tað játtaði hann at gera, treytað av, at tað verður eykaaðalfundur.
- Men tað er púra burturvið at tosa um eitt formansval beint nú so stutt upp undir eitt løgtinsgval. Tað haldi eg, vit øll er samd um, sigur Kári P. Højgaard.
- Mín hugsan er, at valúrslitið verður avgerandi, soleiðis at tann, sum fær flestar atkvøður, verður formaður, sigur hann.