Nei, sum so ofta fyrr so eru summir politikkara serfrøðingar í at leggja roykskíggj, at avleiða tankarnar hjá veljarum at fáa teir at gloyma politiskt svans, gamlar syndir og teir veruligu trupulleikarnar.
Hjá fleiri politikkarum og flokkum kundi tað verið hent fyri afturveljingina, at veljarin t.d. gloymdi mál sum 266b.
Nei hesuferð snýr valstríðið seg um virðir, um moral, etikk og hvønn veg tjóðin skal fara.
Ongantíð áður hava tað veri so frek og grov álop á tað, sum landið og forfedrar okkara bygdu tilveru sína á og hildu heilagt.
Tað føroyska samfelagið bleiv ikki bygt av einum ættarliðið. Eitt so gott samfelag, sum tað føroyska, hevur kosta offur og sveitta frá fleiri ættarliðum. Gudsóttandi menniskju hava við bøn og arbeiði bygt eina mentan, sum hevur rúma bæði frælsi og tryggleika.
Men menturnaroyðandi brennivargar eru nú í fult sving. Teir hugna sær við, at síggja eina mentan fara upp í logar.
Ì einum samfelag eru ta tvær basalar funktiónir, ið mynduleikarnir mugu skapa rættarliga verju um: ”tær eru samlív og reproduktión”. Uttan nó stóra reproduktión vil mentanin doyggja út. Tað sigur seg sjálvt.
Uttan at samfelagið raðfestur og verjur lívslangt samlív millum ein mann og eina kvinnu, letur man upp fyri kaos-kreftunum. Tær herja frítt og skræða familjur sundur.
Lógir eru týdningarmiklar. Týdningarmiklari enn nógv hava givið sær far um. Tær leggja grundvøllin í samfelagnum og prega rættsfatanina hjá fólki og harvið eisini atferðina. Tey, ið vilja kollvelta samfelagið, dríva tí eina beinharða lobbyismu fyri at broyta lógarverkið. Dømir finnast um lond og samfeløg - mætari enn Føroyar, ið eru dottin sundir vegna rot innan í frá.
At siga at Gud ikki skal blandast upp í politikk er tokutala.
Um tú hevur eina trúgv, og hon ikki sæst aftur í gerandisdegnum, so er hon eingin trúgv. Okkara tjóðareyðkenni/samleiki er, um onkur skuldi havt gloymt tað, tann blóðreyði krossurin í flagginum og tjóðsangurin - Tú alfagra land mítt – ein perla, ið er ein bøn og lovsangur til Skaparan. Hevur tú – góði lesari nakrantíð hugsa um hvussu tað ber til, at vit í Føroyum yvirhøvur hava okkara egna talu og skriftmál ? og hvar vit annars høvdu veri í dag, um mál okkara var útdeytt, sum tað vóru øll tekin í sól og mána um, at tað fór at gera ? Tað er so skjótt í dag at reka av leið í tí meldrinum, sum er rundan um okkum.
Táið sjálvur grundvøllurin verður uppskræddur, hvat fær tá hin rættvísi gjørt ! HYPERLINK "http://www.biblian.fo/Default.asp?gerd=visbok&bokid=19&kapitulid=11&VersID=3&leitiord=grundv%F8llurin"Sálm. 11,3
Eg bjóði meg fram, sum valevni til løgtingsvalið á listanum hjá Miðflokkinum.
Um tað eydnast mær at verða valdur, fari eg at leggja alla orku í at ávirka lógarsmíð og samfelagsgongd soleiðis, at lóg og landaskil skal valda á øllum samfelagsøkjum, og fari eg at stríðast móti ómorali og órættvísi, har eg síggi tað verða framt.
Annars er tað alneyðugt í einum landshúsarhaldi eins og í tí privata húsarhaldinum, at samsvar er í millum inntøkur og útreiðslur.
Vit í Miðflokkinum vilja reka ein varligan fíggjar- og búskaparpolitikk og vilja menna hetta samfelagið eftir føroyskum fyritreytum.
Tú finnur meg á lista H