Løgtingsval
?Eg ætli, at løgtingsval skal vera 30. apíl, og eg fari at útskriva val 18. mars, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
30. apríl eru tað nevniliga fýra ár síðani, at tað seinast var løgtingsval. Tað ferðina var tað Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður, ið skrivaði út val til Føroya Løgting. Lógtingsval skal, sambært løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978, vera fjórða hvørt ár. Tað er løgmaður ella løgtingið, ið skal útskriva løgtingsva. Orsøkin til, at Anfinn Kallsberg fer at útskriva val 18. mars er, at valið skal útskrivast í minsta lagi seks og í mesta lagi átta vikur undan valdegnum. Tá valið verður útskriva 18. mars, so merkja hetta, at tað verður lýst 19. mars, og hetta eru akkurát seks vikur undan 30. apríl, ið sum sagt er síðsta freist at løgtingsval skal vera.
?Týsdagur er eisini vanligur valdagur, sigur Anfinn Kallsberg.
27+5
Til Løgtingið skulu veljast 27 valdømisvald og í mesta lagi fimm eykavald. Teir 27 valdømisvaldu verða býttir millum sjey valdømui. Norðoya sýsla hevur 4 umboð, Eysturoyar sýsla 5, Norðstremoy 2, Suðurstreymoy 8, Vága sýsla 2, Sandoyar sýsla 2 og Suðuroyar sýsla hevur 4 limir. Býtt verður í teimum einstøku valdømum á tann hátt, at býtt verður fyrst við 1 og so við 2, og av hesum fæst so úrslitið. Hetta er fyri so vítt rættiliga greitt, og býtið lætt at gera upp.
Løgtingsvallógin tilskilar eisini, at veljast kunnu í mesta lagi fimm eykavaldir. Tað er nevniliga ikki víst, at tað verða valdir fimm eykavaldir, men hetta hevur verið soleiðis síðani galdandi løgtingsvallóg kom í gildi í 1978. Áðrenn hetta vóru 20 valdømisvaldir tingmenn og í mesta lagi 10 eykavaldir tingmenn, soleiðis at tingmannatalið kundi skifta eitt sindur.
Oftani er tað soleiðis, at tað eru smærri flokkarnir, ið gera sær dælt av eykavaldum tingmannasessum. Til komandi løgtingsval eru útlitini hjá teimum smærru flokkunum, t.e. Miðflokkurin og Sjálvsstýrisflokkurin, ikki tey bestu í so máta. Eitt annað, ið er avgerandi tá tosað verður um eykavaldar er, hvussu ?kostnaðarmiklir? teir valdømisvaldu eru. Tað er nevniliga eisini soleiðis, at gjørt veðrur upp, hvussu nógvar tingmenn tann einstaki flokkurin ?eigur? at fáa við at samlaða atkvøðutalið verður býtti við talið av valdømisvaldum. Atkvøðutalið hjá hvørjum flokki sær verður síðani býtt við tí áðurnevnda talið, og harvi fæst talið á teimum tingmonnum, ið hvør flokkur sær eigur at hava. Hevur ein flokkur fingu minni í sín part enn hann eigur, t.e. bíligar tingmenn, fær hann tískil ongan eykavaldan tingmann.
Funnið verður síðani, hvussu óumboðaðar atkvøður eru í hvørjum valdømi, og hetta verður so avgerandi fyri, hvør fær sessin sum eykavaldur.
9. apríl
Allir valevnalistar skulu vera latnir inn áðrenn 9. apríl, um hesir skulu teljast við. Talið av valevnum á hvørjum lista er treytað av, hvussu nógvir valdømisvaldir tingmenn verða valdir í tí einstaka valdømini.
?Ein valevnislisti má ikki hava fleiri valevni enn trý fleiri enn talið av løgtingsmonnum, tó ongantíð meiri enn tað dupulta, ið veljast skulu í valdøminum.? Soleiðis stendur at lesa í lógini.
Í løtuni er eitt mál í løgtingið um at gera broytingar í løgtingsvallógini, men talan er um smærri broytingar.









