Lisbeth L. Petersen,
Sambandsflokkurin
???????????????????????
Tá harðast hevur leikað á í samgonguni, og løgtingsval tyktist vera einasta loysnin, hava formennirnir í størstu samgonguflokkunum lagt dent á, at samgongan fór ikki til val áðrenn tíðin var úti.
Men nú sær út til, at eisini har er okkurt hent, skulu vit trúgva tí, sum nýggi landsstýrismaðurin við mentamálum sigur,. Hesin er tann, sum skal bjarga Tjóðveldisflokkinum burtur úr tí trúvirðistrupulleika, sum flokkurin hevur í sambandi við hin eina nógv umrødda og umstrídda landsstýrissessin. ?Løgtingsval verður í allar seinasta lagi um minni enn eitt ár. Kanska verður val longu í heyst? sigur Óli Holm m.a. í viðtalu við fjølmiðlarnar.
Nóg mikið at tríva í
Ongin ivi er um, at ríkiligt er at tríva í hjá nýggja landsstýrismanninum fyri at fáa skil á teim trupulleikum, sum nú gerast alt meira og meira sjónligir.
Floksformaðurin proklamerar annars, er henda samgongan hevur betrað vælferðarskipanirnar á øllum økjum, samstundis sum meginparturin av blokkstuðulinum er settur til viks á bók, men um nakar trýr honum, skal ikki vera sagt her við vissu. Sambandsfólk gera tað so ikki !
Rópt vera neyðarróp úr øllum ættum, ikki minst á skúlaøkinum, tí játtanirnar røkka ikki. Er tað prógvið um betraða vælferð, samstundis sum tað verður reypað um, hvussu nógvur peningur streymar inn í landskassan ?
Fíggjarlógin 2002
Nú nýggi landsstýrismaðurin nevnir val longu í heyst er orsøkin helst tann, at nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2002 eftir øllum at døma verður tilevnað, er ósemja millum samgonguflokkarnar, tí hvussu skal alt hanga saman, bæði lyfti og fíggjarmøguleikar?
Viðvíkjandi teim 3-400 millióninum, sum undir øllum umstøðum skuldu skerast burtur komandi fíggjarár samb. løgmanni, so tók fyrra landsstýrisumboðið við almanna- og heilsumálum undir við honum, men boðaði eisini frá, at á almanna- og heilsuøkinum skuldi ikki skerjast.
Tá so samstundis gr. 8 í fíggjarlógini, ið er til almanna-, heilsu- og íbúðarmál, er umleið helvtin av fíggjarlógini tilsamans sum nú er, og skúlamálini hava alt ov tepra játtan, hvar skal so sparast ?
Ei undur í at trupulleikarnir hópa seg upp.
Tí er væl hugsandi at nýggi landsstýrismaðurin hevur sagt tað, sum hinir enn ikki hava torað at sagt, nevniliga at løgtingsval helst verður longu í heyst, og tað eru so ikki ringastu boðini at fáa !










