Løgtingsval 25. oktober

Nógv bendir á, at løgtingsval verður skrivað út í seinasta lagi týsdagin. Val kann í fyrsta lagi haldast fýra vikur eftir, at tað er skrivað út, og tí er sera hugsandi, at løgtingsvalið verður hildið týsdagin 25. oktober.

Tað eru fleiri viðurskifti, sum tala fyri, at valið nú verður útskrivað. Tjóðveldi, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin gjørdu eina semju um ávís mál, sum skuldu avgreiðast. Eitt nú málið um Húsalánsgrunnin og málið um brúksskylduna í sambandi við fiskidagarnar.

Eitt annað er so fíggjarlógaruppskotið, sum skal í tingið fyrsta dagin. Tað er lítið hugsandi, at samgongan fer at bera eitt uppskot í tingið við raðfestingum og sparingum, samstundis sum farið verður í valstríð. Tí er mest hugsandi, at gjørd verður ein provosorisk fíggjarlóg við teimum framskrivingum, sum eru neyðugar.

Sum Portalurin skilir, eru formaðurin í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum vorðnir samdir um, at valið skal skrivast út nú. Tað merkir, at løgmaður kemur við eini fráboðan um vikuskiftið ella í seinasta lagi á tingfundinum týsdagin.