Løgtingsumsitingin arbeiðir ímóti samtyktum&

&og løgtingsfólk vita eftir øllum at døma ikki, hvat tey sjálvi hava verið við til at samtykt

Rúna Sivertsen

Sambært Sosialinum í gjár hevur løgtingsskivstovustjórin sagt, at tað als ikki kom upp á tal at senda aðrar kvinnur á kvinnupolistiska ráðstevnu enn tær, sum sita í løgtinginum. Grundgevingin skal hava verið, at ráðstevnan bert er ætlað kvinnuligum parlamentarikarum.
Ikki rætt!
Tann 18. november 1999 samtykti Føroya Løgting við stórum meiriluta eitt uppskot til samtyktar um at taka undir við eini tilráðing hjá Útnorðurráðnum. Tað vóru 28 tingfólk á tingi tann dagin. 27 atkvøddu fyri, ein var ímóti og eingin atkvøddi blankt.
Í tilráðingini, sum løgtingið samtykti at taka undir við, stendur millum annað:
Vestnordisk Råd godkender den fremlagte rekommandation om at Rådet henstiller til Altinget, Landstinget og Lagtinget, at der afholdes seminarer for kvindelige parlamentarikere i de vestnordiske lande, samt repræsentanter for ligestillingsudvalg/råd, kvindeorganisationer og evt. andre, der beskæftiger sig med ligestilling. Seminarerne bør have som formål at kvindelige politikere kan
udveksle idéer og erfaringer og styrke samarbejdet. Seminarerne skal holdes hvert andet år på skift i de tre lande. Finansiering skal afsættes på finansloven til udgifterne i forbindelse med seminarerne i de respektive landi.
Einki at taka feil av:
Løgtingið hevur samtykt at taka undir við tilráðingini hjá Útnorðurráðnum. Tilráðingin er, at seminar skal haldast fyri kvinnuligar tinglimir, umframt umboð fyri javnstøðunevndum, kvinnufelagsskapum og møguliga øðrum, sum arbeiða við javnstøðu.
Seminarini skulu haldast annað hvørt ár, og fígging skal setast av á fíggjarlógunum hjá hvørjum landi sær.