Løgtingsumboð fara fram, eins og tjóvur á nátt

At Javnara-og Tjóðveldisflokkurin, sokallaðir verjar hjá Palliba og Marsannu, nú ætla at geva helvtina aftur av tí, teir hava stolið í LÍV, er láturligt og grátuligt. At Sambandsflokkurin tekur undir við, at stjala LÍV frá tryggingartakaranum, vísur bert, hvar flokkurin stendur.

Finnleif Guttesen
tryggingartakari

LÍV er ein sjálvseigandi stovnur, sum tryggingartakararnir eiga og eingin annar. Men við einum pennastroki hevur løgtingið stolið hesa ogn frá Palliba og Marsannu.
Tað er ikki moralskir trupulleikar, ið hava fingið nøkur løgtingsumboð at seta uppskot fram um at geva, tryggingartakaranum í LÍV, eitt sindur av tjóvagóðsinum aftur, men bert trýst frá fakfeløgunum, og fyri atkvøður.
Við at stjala LÌV og gera tað til eitt partafelag, taka løgtingsumboðini og minka um
tryggingarveitingarnar til Palliba og Marsannu, tað er fakta.
Umboðini í Løgtingið og Landsstýrinum hava ikki brúk fyri LÍV, tí tey eru tryggja í høvd og r...., tað er seinasta uppskoti um eftirløn besta dømi um.

Leiðslan í LÍV
Er tað bert nakrar nikkudukkur, ið sita í stýrinum og leiðsluni,- hví hava tey ikki fyri langari tíð síðani reist sak móti Landsstýri/Løgtingi, fyri at verja tryggingartakararnar?