Formaðurin í Tjóðveldi, og formaðurin í fíggjarnevndini, Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum hava eitt felags hjartamál, hóast teir eru ósamdir í øðrum málum.
Báðir brenna teir fyri hondbóltinum. Bárður Nielsen hevur enntá gjørt vart við seg, sum málverja í Atlantic Airways kappingini tey seinastu umførini, nú Eli Müller hevur verið uttanfyri við skaða.
Bárður Nielsen og Høgni Hoydal vitjaðu seinnapartssendingina hjá Rás2 í dag til eitt hondbóltsprát. Báðir vænta eitt brak av einum dysti sunnudagin, tá VÌF og H71 skulu stríðast um at vinna sær ein fyrimun í stríðnum um at gerast nummar tvey í Atlantic Airways kappingini, og harvið sleppa í FM-finalurnar.
Áðrenn løgtingsmennirnir vitjaðu Rásarúmið fekk Rás2 orðið á VÌF-stríðsmannin, Agnar Joensen, sum letur ongan iva verða um, at talan er um tann størsta landskappingardystin higartil í hesum kappingarárinum.
Tað ber til at hoyra prátið við fyrst Agnar Joensen, og prátið við Høgna Hoydal og Bárð Nielsen undir greinini.










