Í morgin, týsdagin, verður ein søgulig atkvøðugreiðsla í bretska Undirhúsinum, tá ið tinglimir fara at atkvøða um avtaluna ímillum bretsku stjórnina og ES um treytirnar, nú Bretland fer úr ES tann 29. mars
Er undirtøka ikki fyri avtaluni, fer Bretland úr ES í mars uttan nakra avtalu. Brexit, sum tað vanliga verður kallað, fær sera stóran týdning fyri handils- og fiskivinnuáhugamál í Føroyum, og nú er tað greitt, at tveir løgtingslimir, Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum, og Jógvan Skorheim úr Sjálvstýri, fara til London at fylgja við.
Teir siga, at hetta er fyri at verða so væl fyrireikað til hesar søguligu rembingar sum gjørligt, og í hesum sambandi vera Bjarni Hammer og Jógvan Skorheim gestir í enska undirhúsrinum mikudagin, har teir vera við í spurnarumfarinum hjá bretska forsætisráðharranum, Theresu May, har hon verður tráspurd um støðuna, eftir at Undirhúsið antin hevur góðtikið, ella vrakað, avtaluna, stjórnin hevur gjørt við ES.
– Hetland og Orknoyggjar hyggja hendavegin, og eg haldi tað vera áhugavert at styrkja um sambandi við hesi hesi bæði oyggjalondini, sigur Bjarni Hammer í eini fráboðan. Í samband við vitjanina í bretlandi eru fundir eisini avtalaðir skotskar politikarar um Skotland og Brexit. Eisini er ætlanin at umrøða samstarvið við Føroyar og ætlanin er eisini at umrøða nýggju fólkaatkvøðuna, sum helst verður um loysing frá Onglandi.










