Helgi Abrahamsen vísir á, at tað er væl skiljandi, at fólk fyrr, tá læknin var »multikunstnarin, sum dugdi alt«, og ferðsambandið var vánaligt, at fólk vildu hava fleiri sjúkrahús.
– Men tað sum eg ikki skilji, er at tað nærmast er sett bann fyri at viðgera spurningin, um vit eiga at leggja sjúkrahús saman, nú ferðasambandið er heilt nakað annað enn tað var, og tað læknaliga fakið er ikki longur egnað til smáar eindir, sigur Helgi Abrahamsen. Harvið setir ein løgtingsmaður hol á kjakið um talið av sjúkrahúsum í Føroyum.
Og rætt hevur hann. Politiska skipanin er ikki búgvin til eitt tílíkt kjak. Tí verða nógvar milliónir brúktar í reinari forfeingiligheit – heldur enn skynsamt at viðgera trupulleikan, vit hava, tí vit vit brúka Sjúkrahúsverkið til økismenning.
Helgi Abrahamsen staðfestir, at tíðin nú er komin hartil, at vit sleppa øllum dupultfunksjónum á sjúkrahúsøkinum.
– Vit mugu seta okkum sum mál, at vit skulu ongar dupultfunksjónir hava í Føroyum, og vit skulu menna samstarvið við sjúkrahús í okkara grannalondum. Høvuðsendamálið má ikki vera grundað á spurningin um arbeiðspláss skulu tryggjast, men alt má snúgva seg um at gera sjúklingar frískar, sigur Helgi Abrahamsen.
Vit heilsa kjakupplegginum frá Helga Abrahamsen vælkomnum!









