Løgtingsmaður hugleiðir um Ólav Halga

Hesa vikuna eru Torradagarnir aftur á skrá í Klaksvík . Skráin er fjølbroytt, og borðreitt verður millum annað við  listaframsýninum, fyrilestrum, heilsu-kafé, hugnaløtum og øðrum.

 

 

Eitt afturvendandi tiltak á Torradøgunum er Torrakafein, sum verður hildin í samkomuhúsinum Betesda í Klaksvík.

 

 

Torrakafein í ár verður í hósmorgunin klokkan 10, og Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, sum sigldi við trolara í sínum ungu døgum - millum annað við Sundabergi og Ólavi Halga - fer at siga frá søguni um Ólav Halga, og hvønn týdning hann hevði fyri Fuglafjørð og økið har um vegir. Eisini fer hann at hugleiða eitt sindur um pápa sín, Jákup Oluf á Lakjuni, og hetta at vaksa upp í einum sjómannaheimi.

 

 

Í 1996 gav forlagið Heygsmørk út bókina "Ólavur Halgi - fiskiskip og vaktarskip". Tað var kokkurin, Leif Pedersen, sum sigldi við Ólavi Halga í mong ár, sum gav bókina út, har Jógvan á Lakjuni eisini hevði ein fingur við í spælinum.