Bárður á Steig Nielsen sparir ikki upp á krútið, tá hann skal ummæla uppskotið um føroyska stjórnarskipan, sum er send til hoyringar.
- Hetta er ein staðfesting av, at vit ikki longur eru partur av ríkinum og tískil melda okkum úr ríkisfelagsskapinum. Tað er Sambandsflokkurin ímóti, tí vit meina, at ríkisfelagsskapurin er til gagns fyri samfelagið Føroyar og fyri Føroya fólk, fyri at tryggja vælferðarsamfelagið, segði Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandfloksins millum annað í tíðindunum á Rás 2 í dag.
- Hetta skjalið, sum nú liggur á borðinum, hetta er definitivt tað, at vit siga farvæl til at vera undir grundlógini, sigur hann og vísir á, at um vit ikki vilja viðurkenna hana, so eru vit ikki longur ein partur av ríkinum.
Bárður á Steig Nielsen vísir á, at fleiri danskir stjórnarleiðarar hava sagt, at Føroya fólk hevur sjálvsavgerðarrættin og hann heldur tí ikki, at tað hevur so stýran týdning, at tað verður staðfest í nýggju stjórnarskipanini.
- Enn eru vit ein partur av ríkinum og tí mugu vit eisini smíða okkara lóggávu eftir, at vit eru í ríkinum og sum ein partur av felags grundlógini eisini, og tað vil man ikki við hesum uppskotinum, sigur hann.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at hann metir at Sosialurin hevur mistulkað Lars Løkke Rasmussen, tá hann í Sosialurin verður endurgivin fyri at siga, at nýggja uppskotið heldur seg innan fyri grundlógina.
- Tað, sum Lars Løkke sigur er, at sum hann hevur skilt arbeiðið við nýggju stjórnarskipanini, er tað undir donsku grundlógini. Tað haldi eg, at hann hevur sagt, áðrenn hann hevur nærlisið uppskotið. Eg haldi, at tit misbrúka tey orðini rættiliga kraftiga, um tit koma til ta niðurstøðu, at hann harvið hevur góðkent at hetta er undir ella heldur seg innan fyri grundlógina, sigur formaður Sambandsfloksins.
Hoyr alla samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini