– Leygarkvøldið gjørdi eg eitt stórt mistak. Eitt mistak, sum eg eri sera harmur um. Eitt mistak, sum eg vildi ynskt ikki varð gjørt, skrivar Pauli Trond Petersen, løgtingslimur fyri Tjóðveldi, ið eisini er borgarstjóri í Vestmanna kommunu á Facebook í kvøld.
Løgtingsmaður undir illgruna fyri rúsdrekkakoyring
–Eg hevði verið í 70 ára føðingardegi hjá pápa mínum og hevði drukkið nakrar øl. Tá kvøldið var komið at enda, valdi eg tíverri at seta meg handa ratti í bili mínum og koyrdi heim til mín sjálvs. Eg veit væl, at tað ongantíð er rætt at koyra bil ella onnur akfør, eftir at ein hevur smakkað sær á. Tað finst als ongin góð umbering fyri slíkum atburi, og tí fara ikki at royna at umbera meg ella skeivu avgerð mína.
– Eg leggi sjálvur stóran dent á, hvat er rætt, og hvat er skeivt, og veit tí sera væl, at tað als ikki var rætt av mær at koyra ávirkaður leygarkvøldið. Sum løgtingslimur fari eg sjálvandi at heita á Føroya Løgting um at taka órinið frá mær í hesum máli, so eg kann taka fulla rættarliga ábyrgd og revsing á meg samsvarandi ferðslulógini, skrivar hann á Facebook.
– At enda fari eg at biðja familju mína, vinir, veljarar og Føroya fólk annars um at royna at fyrigeva mær mítt mistak, sigur Pauli Trond Petersen millum annað á Facebook vanga sínum.
Helvtin av politikarum fer frá