Løgtingslimir vilja ikki tryggja samkynd móti happing og mismuni

15 av teimum løgtingslimunum, ið Sosialurin hevur tosað við, ætla sær ikki at tryggja við lóg, at samkynt ikki verða happað ella verða fyri mismuni, tá málið kemur til atkvøðugreiðslu.

Í dag var fyrsta viðger í løgtinginum av uppskotinum hja Annitu á Fríðríksmørk og Finni Helmsdal um at seta orðini kynsliga sannføring inn í tí sokallaðu rasismuparagrafina, soleiðis at tað gerst ólógligt, at happa og gera mismun orsaka av kynsligar sannføring.
Viðgerin byrjar ov seint til at hon fæst við í dagsins blað. Men tað stendur longu greitt, at tað verður sera torført at fáa hetta mál góðkent. Av teimum tinglimunum, sum vit hava fingið fatur á, ætla 14 sær at atkvøða ímóti, 10 ætla sær at atkvøða fyri, 1 ætlar sær ikki at atkvøða fyri, og 4 hava ikki tikið støðu enn, ella vilja ikki siga sína støðu fyrr enn í Tinginum, 3 tinglimir hava vit ikki fingið fatur á.
 
Eitt sirkus av prestum og ættleiðing
Í samrøðunum við tinglimirnar hevur tað staðið greitt, at hetta er eitt mál, har nógvar kenslur og nógv ræðsla er bundin at. Á neisíðuni eru nógv bangin fyri, at hetta er fyrst stig ímóti skrásettum parlagi, kirkjuvígslu av samkyndum og møguleikanum fyri at ættleiða børn. Óli Breckmann sigur t.d, at hetta er ein fýratrinsrakkett, sum endar við einum sirkusi av prestum og ættleiðing. Hetta endar í einum kaos við sundurlesingin og børnum, sum gerast hvørkikyn. <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Bill Justinussen&quot;$?$end$!$Bill Justinussen</st1:PersonName$?$end$!$ ræðist, at Bíblian skal gerast ólóglig og Kjartan Joensen fer eftir manninum, og gerst sera persónligur ímóti uppskotstillarunum. Hóvliga neisíðan byggir á hugsanina um, at tað er galið, at taka serligar bólkar framum aðrar, og at øll happing átti at verið ólóglig. Men av hesum er eingin, ið hevur beinleiðis ætlanir um at broyta lógina, soleiðis at hon í staðin fyri at umfata verandi bólkar umfatar øll. <BR>Nógv føra fram, at samkynt ikki vera happaði, meðan Gerhard Lognberg hevur erligastu orsøkina, og sigur,at hann hevði enda í Skansanum um henda lóggáva var galdandi.
 
Mannarættindi eru berandi
Á ja síðuni eru tað mannarættindini, ið eru berandi argumenti - tolsemið móti sínum medmenniskjum og ynski um líkarætt. Kaj Leo Johannesen vil hava føroysku lóggávuna at samsvara við altjóða mannarætt. Annita á Fríðriksmørk heldur, at skulu vit vera eitt sjálvstøðugt land, mugu vit vísa øllum okkara borgarum, at pláss er fyri teimum. Aðrar røddir, sum tann hjá Tórbjørni Jacobsen minna á, at hetta bert snýr seg um happing, og ikki um nakað annað.
 
At døma eftir nøkrum av svarunum kann kjakið gerast heitt í tinginum, tá avgerin skal takast, um føroyingar frameftir skulu hava loyvi til at happa og gera mismun á fólki vegna kynsliga sannføring.