Løgtingslimir skulu missa allar eykalønir

Eftir nýggjár fer Sjálvstýrisflokkurin at leggja uppskot fyri Løgtingið um at tinglimir skulu missa allar samsýningar, sum teir fáa afturat vanligu lønini sum løgtingslimir.

Tað staðfestir Kári P. Højgaard, formaður floksins.

Hetta kemur í kjalarvørrinum á einum uppskoti frá Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkinum um at víðka formansskapin úr trimum upp í fimm limir, so at teir lítlu flokkarnir eisini fingu umboð í formansskapin

Smáu flokkarnir hava eisini sett ynski fram um at eru víðka nevndina við løgtingsgrannskoðarunum, so at teir minstu flokkarnir eisini fáa umboð har.

Teir meta, at hetta gevur teimum størri møguleikar at fylgja við í politiska arbeiðnum og teir halda heldur ikki, at tað er nøkur meining í, at teir stóru flokkarnir skulu velja løgtingsgrannskoðarar sínamillum so at teir skulu sita og eftimeta seg sjálvar.

Men í hesum sambandi varð skotið teimum smáu flokkunum í skógvarnar, at teir nú vildu økja almennu útreiðslurnar, tí nevndarlimirnir fáa eyka samsýningar.

Hetta fekk teir smáu flokkarnar at føra fram, at verður hetta gjørt til ein spurning um pengar, eru teir til reiðar at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avtaka allar eyka samstýningar, sum løgtingslimir fáa afturat vanligu lønini sum løgtingslimir av tí at teir eru limir í ymsum nevndum hjá Løgtinginum.

Kári P. Højgaard heldur eisini, at tað er heilt órímiligt, at landsstýrismenn, sum fara frá og enda í løgtinginum, skulu fáa tvær lønir í fleiri mánaðir, tí hetta kostar landskassanum milliónir. Tí fer hann eisini at skjóta upp at politikarar, ið koma soleiðis fyri, skulu bara varðveita tað hægru lønina og missa tað lægru.