Á Tinghúsvegnum var sum grind, tá løgtingslimir tuskaðu til fyri at ogna sær ókeypis skrivstovuútbúnað. - Maktfullkomiligi hugburðurin hjá løgtingslimum, sigur Kári á Rógvi Løgtingshúsið, sum hevur kostað 80 til 100 milliónir dýrkaði enn meira við designaramøblum á ovasta lofti, har fyrisitingin heldur til. Samstundis varð gamli útbúnaðurin stillaður á Tinghúsvegin, har fólk kundu koma at taka sær burturav.
Fyrstir at taka burturav vóru sjálvir løgtingslimirnir, sum sóu sær ein góðan møguleika at fáa sín part av molunum, ið detta burturav. Soleiðs málbar ein harmur Kári á Rógvi seg við Rás2, har hann harmaðis framferðina og grammleikan hjá løgtingslimum.
- Løgtingslimir komu til havnar við lastbili at ogna sær skrivstovuútbúnað og annað. Um teir skundaðu sær nóg nógv, fingu teir góðan útbúnað fyri einki. Tá man tosar um at býta samfelagságóðarnar út til tey, ið tørva teir mest, virkar tað skeivt at løgtingslimir, ið eru skjótastir at trýta á knøttin, ogna sær alt hetta fyri einki, sigur Kári á Rógvi úr Sjálvstýrisflokkinum
- Hesin útbúnaðurin kundi verið koyrdur niðan í Tinghúsið hjá ALV. Tað kundu verið givið teimum, ið kanska ikki hava ráð at keypa nýtt, og sum hava brúk fyri tí, vísti Kári á Rógvi millum annað á.
- Í gamla Grikkalandi var tað soleiðs, at teir sum komu til vald, og kanska fingu ov nógv vald, teir sokallaðu diktatorarnir, vóru vístir út landinum. Tað vísir seg sum at vald korrumperar, og var skil á, var Løgtingshúsið opið. So høvdu fjølmiðlar havt góðar umstøður har og kunna verið á varðhaldi har alla tíðina, segði Kári á Rógvi í tíðindunum á Rás 2 klokkan 17.
Tíðindini frá klokkan 17 verða endursend klokkan 18.30.