Løgtingslimir eygleiða EFTA-tingnevnd

Miðskeiðis í desember mánaði í ár fáa limir í uttanlandsnevndini møguleikan at fara til Genevé, har høvuðssætið hjá altjóða handilsfelagsskapinum EFTA er. Uppgávan hjá føroysku tinglimunum verður at eygleiða fundir hjá EFTA-tingnevndini.

-Seinasta heyst var tingnevndin hjá EFTA á kunnandi vitjan í Føroyum. Vit reistu tá spurningurin um møguliga føroyska eygleiðarastøðu. Hetta fyri at styrkja vitanina og tilvitanina fyri arbeiðinum hjá EFTA. Vit taka tí væl ímóti innbjóðingini, sum nú er komin sigur John Johannessen, formaður í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum.

EFTA-tingnevndin er ein pallur hjá tingfólkum í teimum fýra limalondunum Íslandi, Liktinstein, Noreg og Sveis at hittast. Yvirskipað nemir tingnevndin við øll mál, sum EFTA viðger. Seinnu árini hevur tingnevndin serliga viðgjørt handilsavtalur við triðjalond, sum EFTA hevur sett í gildi.

-Føroyska eygleiðarastøðan í EFTA-tingnevndini er ein liður í ætlanini at skapa eitt tættari samstarv millum Føroyar og EFTA londini. EFTA hevur sterk handilssambond uttanfyri Evropa, og er í dag tann felagsskapur, ið hevur eina flest fríhandilsavtalur um allan heim. Tað er einki dulsmál, at mongu handilsavtalurnar, sum EFTA hevur við triðjalond, eru av serligum áhuga hjá Føroyum,, heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður á heimasíðuni hjá uttanríkisráðnum.