Tað fær Magni Arge ikki, tí hann hevur ikki sitið á Fólkatingi í fýra ár.
– Eg veit ikki eksakta talið, men eg veit, at onnur løn verður mótroknað, sigur Magni Arge, sum leggur afturat, at tær fyrstu 144.000 krónurnar tó ikki verða mótroknaðar.
Danskir miðlar hava gjørt nógv burturúr, at 52 vrakaðir fólkatingspolitikarar fáa 70 milliónir krónur at býta sínamillum.
Tíðindastovan Ritzau endurgav beint eftir fólkatingsvalið Fagbladet 3F, sum skrivaði, at hóast fleiri politikarar ikki vórðu afturvaldir, so fóru teir kortini ikki tómhentir av Christansborg.
– 52 nú fyrrverandi politikarar kunnu býta 70 milliónir krónur sínamillum næstu tvey árini í sonevndum eftirviðurgjaldi, skrivaði Fagbladet 3F.
Hesi 52 fólkini fáa øll eina eyka mánaðarløn upp á 56.494 krónur um mánaðin í tvey ár. Tað svarar til 1,35 milliónir krónur.
– Eg hugsi ikki, at vit finna nakað annað stað á arbeiðsmarknaðinum, har vit hava so góðar treytir, sigur Roger Buch, granskari í samfelagsvísinum á Danmarks Medie- og Journalisthøjskole við Ritzau.
Sambært Roger Buch er tað ábyrgdin hjá politikaranum sjálvur at mótrokna, um teir í tíðarskeiðnum hava annað lønt arbeiði.
Verða løgtingsfólk í Føroyum ikki afturvald, fáa tey løn í ein mánað fyri hvørt árið, tey hava sitið á tingi. Tó altíð í minst fýra mánaðir og í mesta lagi seks mánaðir.
Soleiðis er ikki, sum umrøtt her á síðuni í gjár, við varafólki á tingi, sum eingi slík rættindi hava. Tey missa lønina í somu løtu tey fara av tingi.
Les eisini: Løgtingsmaður er nú brúkari hjá ALS
Soleiðis átti Ingolf S. Olsen at fingið løn í fýra mánaðir, eftir at hann fór úr starvi – um varafólk á tingi høvdu somu treytir sum tingfólk.
Og so skulu vit minnast til, at hetta er reglur, sum tingfólk sjálv hava samtykt og kunnu broyta.
Men tingfólk vilja treyðugt viðgera síni egnu lønarviðurskifti. Hóast løgtingsformaðurin legði uppskot fyri tingið um broytingar í samsýning og eftirløn løgtingsmanna, sum millum annað hevði til endamáls at avtaka glasiligu pensjónstreytirnar, sum løgtingsfólk hava givið sær, so sendi hann tingið til hús, áðrenn uppskotið kom aftur tingið. Uppskotið fall tí burtur, og tí verður eingin broyting framd í lønarvirðuskiftum hjá løgtingsfólkum fyrr enn í minsta lagi tvey løgtingsval hava verið.