Løgtingshúsini í 1854 og 1907

Tórshavnar alfrøði:


Eftir at gamla Tinghúsið (bygt 1854) var vorðið ov lítið, varð í 1906 avgjørt at byggja nýtt Tinghús. Um jóltíðir sama árið, var farið undir um- og útbyggingina, húsið varð longt bæði oman eftir og niðan eftir, kostnaðurin var kr. 5.800.
 
"Nýggja" Tinghúsið bleiv tikið í brúk 1. juli 1907. Teir 5 havnarmennirnir sum stóðu fyri arbeiðinum vóru: Dione og Poul Isaksen "í Geil", teir høvdu málara-og tapetiseringsarbeiðið um hendi, timburarbeiðið gjørdi Hans Andr. Hansen "Dia í Pæsastovu", og grundina gjørdu Kristian August Mouritsen "Kristian í Barnastovu" og Johannes F. Simonsen "Johannes murer".
 
Havnarfólk vóru ikki errin av nýggja Tinghúsinum, sum tey als ikki hildu passaði við umhvørvið. 11 ár frammanundan, í 1896, varð nýggi kommunuskúlin tikin í brúk, skúlin kostaði 38 tús. kr. og var hetta ein stór byrða hjá teimum fáðu skattgjaldarunum, sum búðu í Havn tá (íbúgvaratalið í Havn var í 1890, 1303 fólk).
 
Havnarfólk skiltu ikki, at allar Føroyar ikki høvdu ráð at byggja eitt parlamentshús, sum í minsta lagið svaraði til kostnaðin av Kommunuskúlanum.             
                                                                                                                                       
 
Kelda: Birgar Johannessen