Løgtingshús, listarligt mekka og gullsmíð

Listafelagið í Keypmannahavn skipar fyri einum sera áhugaverdum cafékvøldið í Føroyahúsinum fríggjakvøldið 2. november frá kl. 20-24. Kenda listkvinnan, Hansina Iversen, sum eisini er formaður í Listafelagnum, fer at siga frá um arbeiði hjá sær við at prýða ta nýggja Løgtingshúsið.

 

Birtha Berg, nevndarlimur, hevur vitja Biennaluna í Venezia, eitt mekka fyri altjóða líst, sum verður hildin annaðhvørt ár, og hesari vitjanini fer Birtha at siga frá um.

 

Unga havnarkvinnan, gullsmiðurin Birita á Mýruni, fer at greiða frá sínum arbeiði sum gullsmiðjur. Hon fer eisini at vísa okkurt sum hon hevur smíðja og designa, m.a. silvur til føroysk klæðir.

 

Óføru nevndar ?gourmetarnir? gera suppu við góðari fyllu hetta kvøldið.

 

Kostnaður: 50 kr.