Løgtingsfundir á egnari rás

Hetta er eitt samstarv millum formansskapin í løgtinginum og R2 Net Spf.

 

Í 2019 samtykti formansskapurin á Føroya løgtingi at senda sínar tingfundir á FM-rás frá fyrst í 2020 at rokna.

Tingfundirnir hava nú verið at hoyrt í eina tíð, tá koyrt verður á føroyska veganetinum - og eisini á havleiðunum kring Føroyar út á einar 50 fjórðingar.

Hetta er eitt samstarv millum formansskapin í løgtinginum og R2 Net Spf.

Fleiri nýggir sendarar eru settir upp kring landið við ymiskum frekvensum, men flestu nýggjaru útvarpstól í bilum skifta sjálvvirkandi millum frekvensirnar.

Føroya løgting upplýsir, at frekvensirnir, sum sent verður á, eru hesir: 

• Suðurøki, 90.3 mhz.

• Miðøki, 89.5 mhz.

• Eysturøki, 98.3 mhz.

• Vesturøki, 88.3 mhz.

• Norðurøki, 91.3 mhz.