- Hetta er tíverri demokratiskt!
Tað staðfesti Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, um tað sum er for fram í løgtinginum um vikuskiftið.
Samgongan slúsaði eina ørgrynnu av málum ígjøgnum løgtingið uppá tveir dagar fyri at sleppa í jólafrí leygardagin og í tí sambandinum fekk hon Løgtingið at atkvøða um at víkja frá øllum tíðarfreistin í teimum málum, sum eru til viðgerar.
Okkurt av hesum eru stórmál, serliga fíggjarlógin fyri næsta ár, sum eisini skuldi avgreiðast leygardagin.
- Tá ið ein meiriluti av løgtingslimum atkvøður fyri at víkja frá øllum tíðarfreistum, fær tingformaðurin onki gjørt uttan at akta meirilutan, segði hann við Rás2.
- Løgtingsformaðurin er settur út av spælinum, legði hann afturat.
Men hann duldi ikki fyri, at honum dámar hetta illa.
- Tað hóvar mær stak illa at umsita hetta arbeiðslagið, segði hann við Rás2.
Hann heldur, at tað er ábyrgdarloysi av grovasta slag av samgonguni at trumfa øll málini ígjøgnum. Og leygardagin skuldi fíggjarlógin so eisini trumfast ígjøgnum, sum hann málber seg, hóast tinglimir ikki fingu hana fyrrenn seinnapartin fríggjadagin.
- Tingarbeiðið, sum skuldi verða alt heystið, varð nú trumfað ígjøgnum eftir tveimum døgum.
Hann sigur, at skipanin er so, at víkjast kann frá tíðarfreistum í serligum føri og samgongan metir so, at hetta er eitt serligt føri.
Men Hergeir Nielsen ivast í, um tinglimir rættiliga vita, hvørjum teir atkvøddu fyri, ella ímóti.
- Onki vanligt menniskja kann hava yvirlit yvir alla lóggávuna, sum varð koyrd ígjøgnum Løgtingið hesar báðar dagarnar, sigur hann, tí ongin fær høvi at hugsa seg um ella ráðføra seg við nakran og tá er ivingarsamt um tingfólk ikki altíð eru greið yvir, hvørjum tey atkvøða fyri ella ímóti.











