Løgtingsformaðurin: -Nógv at gera í Tinginum um dagarnar

Nógv týðandi mál eru á skránni í Løgtinginum, áðrenn tað fer heim um fáar vikur. Edmund Joensen, løgtingsformaður, sigur at tað verður koyrt út í eitt, inntil øll framløgdu málini eru avgreidd. Í løtuni eru 67 tingmál á skránni, harímillum løgtingslóg um annað útbjóðingarumfar og fíggjarlóg fyri 2004

? Fíggjarlógin skal helst samtykkjast innan fáar vikur, og nú skal hon so í fíggjarnevndina. Eg vóni, at tað fer at ganga væl, tí árið er so nógv útliðið, og tískil er tað átroðkandi at fáa eina nýggja fíggjarlóg skjótast gjørligt, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður.
Bárður Nielsen framlegði tann 25.mars uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2004. Fyrsta viðgerð av fíggjarlógini var tann 30.mars, og sum skilst verður arbeiðið við fíggjarlógini liðugt, tá vit eru komin inn á mai mánað.
Eitt annað átroðkandi mál er uppskot til løgtingslóg um annað útbjóðingarumfar til leiting eftir og fremleiðslu av kolvetnum. Tað er Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sum hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið, og tað gjørdi hann tann 14.apríl. Málið hevur ikki verið til fyrstu viðgerð enn, men løgtingsformaðurin sigur, at hetta verður helst fyrst í komandi viku.
Eitt annað mál av týdningi fyri føroyingar er uppskot til samtyktar um at heimila Fíggingargrunninum frá 1992 at broyta ognarviðurskiftini í Føroya Banka. Føroya Landsstýri hevur ítøkiligar ætlanir um at broyta ognarviðurskiftini í Føroya Banka soleiðis, at Fíggingargrunnurin fær heimild at selja upp til 20% av Føroya Banka. Tað er Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, sum hevur lagt uppskotið fram, og fyrsta viðgerð var tann 2.apríl. Málið er nú beint í fíggjarnevnd Løgtingsins, har Anfinn Kallsberg er formaður. Tað er enn ógreitt, nær endalig atkvøðugreiðsla verður í Løgtinginum.
Tað var gamalt, at Løgtingið fór til hús á flaggdegnum, men tað røkist onki fyri, at soleiðis verður í ár.
- Tað kemur alt í senn, so tað er nógv at gera. Men tað hevur gingið væl við málsviðgerðunum, ongin stígur hevur verið í, so eg vænti, at løgtingsmanningin kann halda summafrí, tá komið er eitt sindur inn í mai mánað, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður.