Løgtingsformaðurin má velja

Løgtingsformaðurin ætlar sær ikki bæði at vera løgtingsformaður og sita í fólkatinginum. Verður Edmund Joensen valdur í fólkatingið, má hann taka støðu til, um hann skal leggja frá sær sum løgtingsformaður ella lata varamannin røkja fólkatingssessin

Løgtingsformaðurin Edmund Joensen er ein av teimum, sum bjóðar seg fram á fólkatingsvalinum týsdagin, og sambært Gallup verður valið í flokkinum fyrst og fremst ímillum hann og formannin Kaj Leo Johannesen.
Skuldi tað hent, at Edmund Joensen varð valdur í fólkatingið, ætlar hann sær at velja ímillum fólkatingið og løtingið.
? Tað ber ikki til at vera fólkatingsmaður og løtingsformaður í senn, og tí skal eg velja millum størvini, um tað kemur so langt, sigur Edmund Joensen.
? Eg ælti mær tó ikki at taka nakra støðu til hetta áðrenn valið, tí fyri tað fyrsta standa vit ikki til at fáa eitt fólkatingsumboð í løtuni, og fyri tað næsta er tað vanligt, at formaðurin í flokkinum endar ovast til valið, sigur hann.

Eingin formlig forðing
Síðani nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi, hevur eingin løgtingsformaður verður valdur í fólkatingið, og tí er einki fordømi um hetta.
? Tað er einki formligt í vegin fyri, at løgtingsformaðurin kann sita í fólkatinginum eisini. Hóast løgtingsformaðurin hevur hægstu tign í politisku skipanini, so er hann í grundini bara ein vanligur løgtingsmaður við nøkrum serligum uppgávum. Tí er tað upp til løgtingsformannin sjálvan at gera av, um hann vil røkja bæði størvini, sigur Anfinn V. Hansen, sum var við til at gera álitið um stýrisskipanarlógina.
Edmund Joensen er tó avgjørdur um, at tað ber ikki til at vera løgtingsformaður og fólkatingsmaður í senn.
? Skuldi tað hent, at eg varð valdur, so fer flokkurin at umrøða støðuna, so at bæði størvini verða røkt bæði væl og virðiliga. Ein vanligur løgtingsmaður kann røkja bæði størvini, men tað kann ein løgtingsformaður ikki, sigur Edmund Joensen.

Einki fordømi
Edmund Joensen hevur áður sitið í fólkatinginum. Hann varð valdur á valinum 21.
september í 1994 ella seks dagar eftir, at hann hevði tikið við sum løgmaður.
Edmund Joensen var við, tá ið fólkatingið varð sett, men hann røkti ongantíð fólkatingssessin. Jóhannes Martin Olsen sat í fólkatingssessinum, meðan Edmund Joensen var løgmaður.
Nýtt fólkating varð valt 11. mars í 1998, og tá fall Edmund. 15. mai í 1998 legði hann frá sær sum løgmaður.
Eingin av løgtingsformonnunum síðani 1994 hava verið valdir í fólkatingið. Hvørki Marita Petersen, Jógvan Ingvard Olsen ella Finnbogi Ísakson komu tí í støðuna, at tey skuldu velja millum løgtingið og fólkatingið.
Ta støðuna kann Edmund Joensen koma í, men hann vil ikki taka støðu til valið millum løgtingið og fólkatingið undan sjálvum valinum týsdagin.
? Tað er eingin orsøk at taka sorgina ella gleðina uppá forhond, sigur hann.