Av teimum 12 løgtingsfólkunum, sum kundu stilla upp til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu, hava 8 valt at stilla upp. Tað er greitt, nú freistin at lata vallistar inn, fór klokkan 18.00 í kvøld.
Løgtingsfólkini, sum stilla upp á kommunuvalinum í Havn, eru hesi:
Fólkaflokkurin: Annika Olsen
Sambandsflokkurin: Kaj Leo Holm Johannesen
Javnaðarflokkurin: Heðin Mortensen, Kristianna Winther Poulsen, Djóni Nolsøe Joensen og Helena Dam á Neystabø
Tjóðveldi: Annita á Fríðriksmørk
Framsókn: Ruth Vang
Tey fýra løgtingsfólkini úr høvuðsstaðnum, sum ikki stilla upp, eru Bjørt Samuelsen, Katrin Kallsberg og Magni Arge úr Tjóðveldi og Jenis av Rana úr Miðflokkinum.