Skal Hvalbiar Kommuna fáa endurgjald úr landskassanum fyri skaðan, ið havnarlagið í bygdini fekk í Kyndilsmessuódnini mánaðarskiftið januar-februar í 2008?
Fyrrapartin fer løgtingið undir at viðgera eitt lógaruppskot, sum skal geva landsstýrinum heimild at játta upp til 1.430.000 krónur í stuðli.
Tað er andstøðan á tingi, ið eigur uppskotið. Uppskotsstillarar eru Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum, Sirið Stenberg úr Tjóveldi, Poul Michelsen úr Framsókn og Janus Rein, uttanflokkatingmaður.
Síðst í februar var borgarstjórin í Hvalba, Trúgvi Gudmundarson, á lobby-túri í løgtinginum. Eftir fundin segði hann seg hava góðar vónir um at fáa stuðul.
Hvalbiar Kommuna ynskir somu viðferð sum Skálavík, ið eisini varð rakt av somu ódn, og sum fekk stuðul úr landskassanum.