Danska Ríkisveitingin til Føroya skal enn einaferð til viðgerðar í Løgtinginum.
Tað hendir, nú Kristina Háfoss vil hava at vita frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum um ymisk viðurskifti í ríkisveitingini, sum tað hevur knípt at fingið greiði á.
Kristina Háfoss vísir á, at at í samgonguskjalinum stendur, at endamálið er at dagføra ríkisveitingina til dagsvirði, men at 15% av vanliga meirinntøkunum hjá landskassanum skulu mótroknast hækkingini.
Í fíggjarlógini fyri 2012 er ríkisveitingin økt 8,6 milliónir krónur, tí at hon verður prístalsviðgjørd.
Men skal samgonguskjalið haldast skal skulu hesar 8,6 milliónir krónurnar tó minkast við 15% av vanligu meirinntøkum landskassans.
- Samstundis hevur landsstýrið boðað frá, at arbeitt verður framhaldandi við, at fáa dagført ríkisveitingina til dagsvirði.
Tí vil Kristina Háfoss nú hava at vita, hvussu stór vanliga meirinntøka landskassans verður í ár og, hvussu stór mótrokningin verður.
Hon vil eisini hava at vita, hvussu stór ríkisveitingin verður, um so er, at hon verður dagførd til dagsvirði í 2013.










