Løgtingið fer longu í dag at viðgerða eitt mál, sum fer at bera í sær, at tað verðru skundað munandi undir arbeiðið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri at byggja frystigoymsluna út.
Útbyggingin er fyribils steðgað, tí tað er ikki í samsvari við býarskipanina, men skal bíðast til tað er avgreitt, verður tað ikki enn á sinni, at farast kann undir byggingina.
Tvøroyrar Býráð arbeiðir við at broyta byggisamtyktina, so at útbyggingin kann vera í samsvari við hana, men tað tekur drúgva tíð.
Tískil hevur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, nú lagt uppskot fyri løgtingið um, at í serligum føri, har samfelagslig og vinnulig virði eru í vanda fyri at fara fyri skeyti, kunnu allar hoyringsfreistir styttast niður í eina viku.
Tað merkir, at broytingarnar skulu liggja alment frammi í eina viku og síðani fáa fólk eina viku at mótmæla.
Men samstundis skulu kærur ikki longur føra við sær, at útbyggingin steðgar, til ein avgerð er tikin og býarætlanin er samtykt.
Tað merkir, at tað fer at verða heilt munandi skjótari at broyta eina byggisamtykt í teimum førum, at samfelagslig ella vinnulig virði eru í vanda.
Men av tí, at hetta bara skal verða heilt undantaksvís, væntar landsstýrismaðurin, at fara at vera ár ímillum, at hesin møguleikin fer at verða brúktur.
Samstundis hevur Løgtingið í hesum sambandi samtykt at víkja frá øllum tíðarfreistum.
Tað merkir, at uppskotið kemur til viðgerðar longu seinni í dag.
Síðani skal tað í nevnd, men av tí, at samtykt er at víkja frá øllum tíðarfreistum, fer tað helst at koma úr aftur nevndini heilt skjótt, soleiðis at tað kann avgreiðast endaliga seinni í dag, ella í morgin.
Verður uppskotið samtykt, kann Tvøroyrar Býráð søkja Kára P. Højgaaard um undantaksloyvi at styttta hoyringsfreistirnar niður í eina viku og so ganga væntandi ikki nógvir dagar, so kann útbyggingin á Tvøroyri halda fram.
Landsstýrismaðurin hevur áður sagt fyri Portalinum, at uppskotið er ein beinleiðis avleiðing av útbyggingini hjá Varðanum, sum dregur út, tí klagað er um, at hon ikki er í samsvari við byggisamtyktina.
- Kann neyðuga heimildin til at loyva einari útbygging, ikki fáast til vega rættstundis, kann tað hava við sær, at tað virkið, sum stendur til at skula byggja út, verður fyri stórum vinnuligum missi, og fer hetta aftur at avspeglast bæði í kommunalum og samfelagsligum høpi yvirhøvur, eitt nú við atliti at arbeiðsplássum og inntøkum, sigur Kári P. Højgaard.









