Valstríðini eru nógv broytt. Nú eru tey persónlig og størstu fíggindar hjá einum valevni, eru hini valevnini á sama listaSum gongdin er nú, verður tað fyri tað allarmesta tey múgvandi, sum hava møguleika at verða vald á ting, sigur Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur. Her er hann í práti við Elina Winther Poulsen á almennari valkafé í Miðlahúsinum nú seinnapartin Valstríðið er nógv broytt hesi seinastu árini og tað, sum eyðkennir valstríðið uppundir hetta løgtingsvalið, at tað hevur ongantíð áður verið so persónligt, sum tað er nú.
Á almennari valkafé í Miðlahúsinum í Vágsbotni, beint nú, segði Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur, at nú er valstríðið so persónligt, at tað snýr seg fyrst og fremst um at tryggja sær sjálvum tingsess.
- Teir størstu fíggindarnir hjá einum valevni eru hini valevnini á sama lista, tí tað kann lættliga vera nakrar heilt fáar atkvøður, sum vera avgerðandi.
Annars heldur hann, at valstríðið hesuferð er merkt av, at valevnini hava gjørt nógv av at føra seg sjálvi fram.
Fyri 2000-3000 árum síðani, vísti Aristoteles á, at í einum fólkaræðið er onki val, tí eru val, fáa vit eitt aristokrati, tvs, at vit fáa eina skipan, har tað eru tey múgvandi, sum fáa tað politiska valdið.
- Tað sær sanniliga eisini út til at vera gongdin í Føroyum, tí tey valevni, sum hava ráð at brúka eina rúgvu av pengum upp á valstríðið, hava ein ómetaliga nógv betri møguleika at verða vald enn tey, sum ikki hava nakra serliga fíggjarliga orku.
Hann sigur, at halda vit, at tað er ílagi, at tað verður yvirstættin í Føroyum, sum mannar Løgtingið, skulu vit onki gera við gongdina.
Men skulu vit hava eitt meiri umboðandi fólkaræði, har ymsir samfelagsbólkar eru umboðaðir, skal skipanin broytast grundleggjandi.
Ein møguleiki er at gera Føroyar til ein mans valdømi, har gott 1000 veljarar búgva í hvørjum valdømi, tí so høvdu veljararnir í hvørjum valdømi havt nógv betri møguleika at fingið persónligt samband við valevni.
Livir løgtingslimurin ikki upp til vónirnar hjá veljaranum, verður hann skiftur út, men eitt álítandi evni verður afturvalt.
- Skipanin, vit hava nú, gevur pengunum nógv størri vald, enn nøkur onnur skipan kann gera, leggur hann afturat